Tað verður Dagfinn Forná, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, meðan kvinnuligur dómari úr Danmark dømir finaluna hjá kvinnum

Nú er greitt, hvør skal døma finaluna um Løgmanssteypið, umframt allar hinar steypafinalurnar, sum eru á skránni komandi dagarnar.

 

Og í ár verður tað Dagfinn Forná, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, meðan danska, Frederikke Lydia Søkjær skal døma finaluna hjá kvinnum. Frederikke hevur drúgvar royndir sum dómari í fremstu kvinnudeildini í Danmark, og tað, at hon nú er komin til Føroyar at døma steypafinaluna, er partur av dómara-samstarvinum millum norðurlondini.

 

FSF hevði annars ynskt, at havt kvinnuligar føroyskar dómarar til steypafinaluna hjá kvinnum, men hetta er tíverri ikki møguligt í ár.

 

– Vit hava leingi arbeitt miðvíst fyri at fáa kvinnuligar fótbóltsdómarar í Føroyum, og tað gera vit framvegis Men vit mangla heilt einfalt kvinnur í føroyska dómaraskaranum. Tað er ein avbjóðing, sum vit sera fegin vilja finna loysnina uppá, tí tað hevði verið ein sjálvsagdur vinningur fyri ikki bara kvinnusíðuna, men fyri føroyskan fótbólt sum heild, um bæði kynini vóru at síggja í so nógvum leiklutum á og uttanfyri vøllin sum gjørligt, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari í FSF.

 

Dagfinn Forná byrjaði at døma í 1997, og fýra ár seinni, í 2001 dømdi hann sín fyrsta dyst í fremstu deildini. Tað er tí ein royndur dómari, ið skal leiða dystin millum HB og Víking leygarkvøldið.

 

– Onkursvegna kann man samanbera okkara fyrireiking við fyrireikingina hjá fótbóltsliðunum. Vit hyggja eftir nógvum sjónbandatilfari. Serliga hyggja vit eftir dystum, har hesi bæði liðini hava spælt móti hvørjum øðrum fyrr, so vit kunnu staðfesta, um tað eru tendensir, sum vit skulu halda eitt vakið eyga við, sigur Dagfinn Forná við heimasíðuna hjá FSF.

 

Dómarar og hjálpardómarar í ársins steypafinalum verða hesi:

 

Løgmanssteypið

Dagfinn Forná (dómari), Dan Højgaard og Marner F. Olsen

 

Steypafinalan kvinnur

Frederikke Lydia Søkjær (dómari), Fie Brun og Jógvan Breckmann

 

U21

Asron S. Vest (dómari), Kristian G. Joensen og Dávid W. Sjóstein

 

U18 Gentur

Stephan Petersen (dómari), Pætur E. Rasmussen og Nicklas Dam

 

U17 Dreingir

Jón Tór Baldvinsson (dómari), Jan E. Glyvradal og Hanus Johannesen

 

U15 Dreingir (mikudagin 11. sept. klokkan 19:00)

Jákup Ø. Mohr (dómari), Fróði Johannesen og Arthur Højgaard

 

U15 Gentur

Tóki Høghamar (dómari), Emil Sørensen og Eli W. Finnssen

 

U13 Dreingir

Árni B. Petersen

 

U13 Gentur (mikudagin 18. sept. klokkan 17:00)

Jóna Nicolajsen

 

Atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Á middegi mánadagin vóru umleið 500 atgongumerki eftir.