Ovasta nevndin í UEFA hevur einmælt samtykt, at Christian Andreasen, forseti í FSF, verður nýggjur formaður í UEFA Legal Committee
Á fundi 29. mai skuldi UEFA Executive Committee, sum er ovasta leiðslan hjá UEFA, velja nýggan formann fyri danan Jesper Møller í Legal Committee, lógarnevdina hjá UEFA. Christian Andreasen, forseti í FSF, sum fyri tveimum árum síðani avloysti sjálvan Alexander Ceferin um varaformaður, varð einmælt valdur til formann fyri nevndina.
– Eg eri sera fegin um henda nevndarsessin. Útnevningin er ein heiður fyri føroyska fótbóltssambandið, sum seinastu árini hevur havt sera gott samstarv við UEFA. Tað er eisini ein sera stórur heiður at verða útnevndur sum formaður fyri eina so týðandi undirnevnd hjá UEFA. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Føroyar hava havt slíkan altjóða nevdarpost í altjóða fótbólti, sigur ein fegin FSF-forseti.
Christian Andreasen hevur sitið i lógarnevndini hjá UEFA í 4 ár. Nevndin viðgerð allar tungar lógarspurningar, eitt nú viðtøkubroytingar. Serliga innan ES-lóggávu eru fleiri ivamál og ósemjur, sum nevndin fylgir við í. Hjá UEFA ivast tey heldur ikki í, at tey hava funnið rætta mannin til uppgávuna.
– Christin hevur nógvar royndir sum forseti í føroyska fótbóltssambandinum, og hann er ein væl dámdur og virdur løgfrøðingur. Hansara royndir og arbeiði í nevndini higartil tala fyri seg. Tí var tað ein eimæld nevnd, ið valdi hann sum formann fyri lógarnevndina, sigur Karl-Erik Nilsson, varaforseti í UEFA.
Lógarnevndin telur í løtuni 21 nevndarlimir úr 21 londum. Nevndin hevur ein formann, ein næstformann og tríggjar varaformenn. Lógvarnevndin er undirnevnd hjá UEFA sum millum annað tekur sær av hesum málum:
– Meta um løgfrøði viðurskifti viðvíkjandi fótbólti og ráðgeva UEFA um hetta
– Ráðgeva UEFA og limalondunum viðvíkjandi lógarbroytingum fyri UEFA og limalondini
– Meta um og viðgerða hvønn týdning national lóggáva hevur fyri altóða fótbólt
– Ráðgeva UEFA í samband við løgfrøðiligar ósemjur og trætur
– Fygla við hvønn týdning EU- lóggáva hevur fyri ítróttin sum heild og fyri fótbóltin
Nevndin skal geva frágreiðing til nevndina fyri UEFA og eisini leggja úrslitini fyri aðalfundin hjá UEFA.