Dystaskráin fyri UEFA Nations League kappingina 2022/2023 er nú klár. Føroyar byrja á útivøli leygardagin 4. juni móti Turkalandi

——————

Seinnapartin hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í næstu UEFA Nations League kapping. Føroyar komu í bólk C1, saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava.

Dystaskráin fyri kappingina er nú klár. Fýra dystir eru á skránni í juni mánað, og tveir vera spældir í september.

Føroyska landsliðið byrjar kappingina á útivølli leygardagin 4. juni móti Turkalandi, og endar á heimavølli sunnudagin 25. september, somuleiðis móti Turkalandi.

Skráin
4. juni Turkaland – Føroyar
7. juni Føroyar – Luksemborg
11. juni Føroyar – Litava
14. juni Luksemborg – Føroyar
22. sept. Litava – Føroyar
25. sept. Føroyar – Turkaland