Orsaka av víðari luttøku í Europa League hjá KÍ og HB, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt at gera smávegis broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum

Í næstu viku og í aðru viku er 2. umfar í Europa League á skránni, og millum liðini, ið skulu á altjóða vøllin, eru KÍ og HB.

 

Klaksvíkingar skulu royna seg ímóti sveisiska liðnum, FC Luzern, meðan HB skal møta Linfield FC úr Norðurírlandi.

 

Hetta hevur samstundis við sær, at neyðugt er at gera broytingar í leikskránni fyri komandi umførini í Betri Deildini hjá monnum.

 

15. umfar

KÍ – B36 útsettur til 21. august

 

16. umfar

NSÍ – KÍ útsettur til 18. september

HB – TB framskundaður til 27. juli

 

17. umfar

ÍF – KÍ útsettur til 5. august

HB – B36 útsettur til 5. august

 

19. umfar

KÍ – Skála framskundaður til 17. august

 

Týsdagin 23. juli klokkan 16:45 spæla HB og Linfield FC á Ovara vølli í Gundadali, og hósdagin 25. juli klokkan 19:15 hittast FC Luzern og KÍ á Swissporarena í Luzern.

 

Returdystirnir verða spældir hósdagin 1. august. Klokkan 18:00 spæla KÍ og FC Luzern á Svangaskarði, og klokkan 19:45 spæla Linfield FC og HB á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi.