Føroyski hópurin leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Armenia. Áðrenn seinastu venjingina fekk FSF varpið orðið á Brand Hendriksson Olsen


– Eg eri klárur og spentur til dystin, og kropsliga føli eg meg eisini væl, sigur Brandur Hendriksson Olsen millum annað í samrøðu við FSF varpið, sum hitti Brand, beint áðrenn síðstu venjingina, sum var á Republica Stadion í Jerevan mikukvøldið.

Seint mánakvøldið kom føroyski hópurin upp á pláss í armenska høvuðsstaðnum, eftir at hava verið á ferð í næstan 16 tímar.

Sum heild eru allir væl fyri og til reiðar at fara á vøllin hósdagin klokkan 17, sum er klokkan 21 lokala tíð í Armenia.