Myndir // Seinnapartin mikudagin varð nýggja undirlagið og vestursíðan á Tórsvølli tikin alment í nýtslu. Heðin Mortensen og Christian Andreasen fingu fyrsta sparkið á nýggja vøllinum

——————

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommuna bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð, tá nýggja undirlagið og nýggja vestursíðan á Tórsvølli seinnapartin mikudagin vórðu tikin alment í nýtslu.

Eisini forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian F. Andreasen tók orðið, og hann gleddist um ta stóru útbygging, ið er farin fram, og tey stóru framstig, sum eru hend á Tórsvølli seinastu árini.

Nú Tjóðarleikvøllur føroyinga stendur liðugur, liggur kostnaðurin um einar 300 milliónir krónur. Tað eru Tórshavnar kommuna og FSF, sum í felag hava borið útreiðslurnar.

Fyrsti veruligi dysturin á nýggja undirlagnum verður hósdagin klokkan 19:45, tá HB tekur ímóti ísraelska stórfelagnum, Maccabi Haifa í UEFA Conference League kappingini.

Næsta byggistig á Tórsvølli verður at byggja eina hædd oman á FIMI, har Ítróttarsamband Føroya, ÍSF framyvir fer at halda til.

Myndir: Hans Erik Danielsen