Tá føroyska A-landsliðið við monnum fer á vøllin ímóti Andorra týsdagin klokkan 19:45, vera spælararnir í nýggja bláa spælibúnanum

——————

Annað hvørt ár fáa landsliðini hjá Fótbóltssambandi Føroya nýggj spæliklæðir, og yvir fyri UEFA skal boðast frá, hvørjum litum føroysku liðini spæla í tá dystir eru á skránni.

Fyrsta val, og tað mest vanliga, sum spælt verður í, hevur altíð verið hvít spæliblusa, blátt sjorts og hvítar hosir, meðan seinna valið hevur verið blá spæliblusa, hvítt sjorts og bláar hosur.

Bláa spæliblusan verður sjáldan brúkt á heimavølli, men kemur til sín rætt, tá føroysku liðini spæla á útivølli, og mótsøðuliðið er í hvítum ella ljósum búna.

Men tá føroyska A-landsliðið við monnum fer á vøllin ímóti Andorra komandi týskvøld, verða okkara spælarar í nýggju bláu blusuni, hvítum sjortsi og – sum nakað nýtt – í reyðum hosum. Hetta letur seg gera, tí avtalað er gjørd við Andorra, at teir spæla i gulum.

– Tað er altíð spennandi við nýggjum spæliblusum. Síðan vit fóru undir at brúka Macron (red. italskt klædnamerki), hava vit mestsum sjálvi kunna avgjørt, hvussu hon skal síggja út, og hendan hevur nógv av tí, sum vit seta í samband við Føroyar og føroyska nátturi, og so er hon eisini ótrúliga flott, kanska tann flottasta vit hava havt, sigur klædnamaðurin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Bárður Lava Olsen, við heimasíðani hjá FSF.

Í næstum verður nýggjur handil latin upp í niðastu hædd í FSF-húsinum, og har verður møguleiki at keypa spæliklæðir, venjingarklæðir, húgvur, handskar og ymiskt annað av merkinum Macron, ið er veitari av allari útgerð hjá føroysku fótbóltslandsliðunum.

Og sum liður í at handilin fer at opna í nærmastu framtíð, verður nýggja bláa spæliblusan víst fram komandi tyskvøld.

Atgongumerki til UEFA Nations League dystin millum Føroyar og Andorra á Tórsvølli týsdagin 13. oktober klokkan 19:45, fáast til keyps í Nethandilinum (Merchandise) á heimasíðuni hjá FSF.