Håkan Ericson hevur sent boð eftir Bjarta Vitalis Mørk til dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia. Bjarti avloysir Teit Matras Gestsson
——————
– Í gár (red. sunnudagin) fingu vit eina deiliga gentu aftur at, og tað kennsit tískil rætt at raðfesta familjuna fram um fótbóltin beint nú. Tí havi eg givið avboð hesaferð. Hetta er eisini alt í sátt og semju við landsliðsvenjarin, og tað eri eg ótrúliga glaður fyri, sigur Teitur Matras Gestsson við heimasíðuna hjá FSF.
Seinnapartin í dag, mánadagin hevur føroyska A-landsliðsliðið við monnum fyrstu venjingina undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, og venjingardystinum móti Norðurmakedónia.
Fyri viku síðani var hópurin kunngjørdur, men tað verður kortini uttan málverjan, Teitur Matras Gestsson. Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir liðfelaganum hjá Teiti, Bjarta Vitalis Mørk.
Landsliðið venur á Tórsvølli seinnapartin í dag og á middegi týsdagin. Mikudagin er venjing á skránni fyrrapartin, og beint aftur døgurða verður kósin sett móti Chisinau í Moldova.
Hópurin
 Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
 Bárður á Reynatrøð, Víkingur
 Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
 Gilli Rólantsson Sørensen, TB Tvøroyri
 Hanus Sørensen, HB Tórshavn
 Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
 Daniel Johansen, FC Fredericia (Danmark)
 Odmar Færø, KÍ Klaksvík
 Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
 Gunnar Vatnhamar, Víkingur
 Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
 Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
 Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
 Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
 Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
 Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
 Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
 Sølvi Vatnhamar, Víkingur
 Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
 René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
 Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
 Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
 Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
 Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)
Fríggjadagin 24. mars klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Chisinau, spæla Moldova og Føroyar EM-undankappingardyst á Zimbru Stadion, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 27. mars klokkan 17:00 føroyska tíð, møtast Norðurmakedónia og Føroyar í venjingardysti á Todor Proeski Stadion í Skopje.



