Tað stóð nógv á seinastu løtuna, men tá avtornaði eydnaðist tað manslandsliðnum at fáa eitt stig í Moldova. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Føroyski málskjúttin var Viljormur Davidsen
——————
Viljormur Davidsen skoraði føroyska málið, tá tað týskvøldið eydnaðist manslandsliðnum at vinna sær eitt stig á útivølli ímóti Moldova. Føroyar komu á odda tá 26 minuttir vóru spældir við brotssparki, sum liðskiparin trygt setti í netið.
Føroyska liðið tóktist at hava tamarhald á dystinum stóran part av fyrra hálvleiki, og fyrstu løtuna eftir steðgin. Okkara menn komu eisini til nakrar frálíkar málkjansir, men í avgerandi løtum vóru teir ikki nóg neyvir.
Sum fráleið komu moldovar meir við, og síðstu løtuna sóta heimamenninir á øllum spælinum. Tað var eisini fult í tráð við leikgongdina, at Moldova javnaði um miðan seinna hálvleik.
Seinastu minuttirnar brendi á frammanfyri føroyska málið, og tær ferðirnar Mattias Lamhauge ella føroyska verjan ikki fingu vart fyri, raktu moldovar stongina ella tvørtræið.
Tað var ikki fyrr enn eysturríkski dómarin floytaði fyri síðstu ferð, at ódnarveðrið hasaði av, og okkara menn kundu, tá samanum kom, fegnast um eitt stig.
Til stuttleika kann nevnast, at dysturin týskvøldið var tann triðji millum Moldova og Føroyar á Zimbru Stadion í Chisinau, og allir eru endaðir við javnleiki 1-1.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Slovakia 2-1 á heimavølli ímóti Kasakstan.
Eftir tvey umfør hava slovakar seks stig, Føroyar eru á øðrum plássi við tveimum stigum, meðan Kasakstan og Moldova hava eitt stig í part.
Fríggjakvøldið er triðja umfar í bólki C3 í UEFA Nations League á skránni. Moldova fær vitjan at Kasakstan, og á Tórvølli taka Føroyar ímóti Slovakia.
Myndir: Hans Erik Danielsen