Lars Olsen hevur úttikið 20 spælarar til HM-undankappingardystin ímóti Andorra, sum verður 25. mars. Nýggir í hópinum eru Jóannes Bjartalíð og Hørður Askham úr KÍ

– Hetta er nakað, sum eg havi droymt um síðani eg var smádrongur, so eg eri ótrúliga glaður fyri hendan møguleikan, sigur Jóannes Bjartalíð, nýklæktur A-landsliðsspælari.

 

Á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, nøvnini á teimum 20 spælarunum, ið eru úttiknir til HM-undankappingardystin ímóti Andorra, sum verður á útivølli leygardagin 25. mars, klokkan 17:00 (føroyska tíð).

 

Nakrar broytingar eru neyðugar hesaferð, í mun til føroyska hópin, sum spældi ímóti Sveis í november í fjør. Fróði Benjaminsen hevur leikbann, Brandur Olsen, Sonni Ragnar Nattestad og Rene Shaki Joensen eru skaddir, meðan Árni Frederiksberg og Róaldur Jakobsen vegna útbúgving fyribils ikki eru tøkir til landsliðsfótbólt

 

Avboðini, skaðarnir og leikbannið hava tí við sær, at pláss verður fyri øðrum monnum, og til dystin ímóti Andorra hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Jóannesi Bjartalíð og Hørði Askham úr KÍ.

 

Málverjar

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík

 

Verjuspælarar

Jónas Þór Næs, ÍBV (ICE)

Atli Gregersen, Víkingur

Hørður Askham, KÍ Klaksvík

Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn

Odmar Færø, B36 Tórshavn

Bárður J. Hansen, NSÍ Runavík

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

 

Miðvallarar

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík

Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík

 

Framherjar

Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík