Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1 í seinna venjingardystinum millum Litava og Føroyar. Birita Bergsdóttir Nielsen javnaði við seinasta skotinum í dystinum
Tað endaði eisini við javnleiki í seinna venjingar-landsdystinum millum Litava og Føroyar. Sunnudagin gjørdist úrslitið 2-2, meðan tað týsmorgunin endaði 1-1.
Eftir málleysan fyrra hálvleik, kom Litava á odda í 72. minutti. 1-0 til heimaliðið sá eisini leingi út til at blíva úrslitið, men føroysku kvinnurnar vildu tað øðrvísi, og tær fingu eisini løn fyri stríðið.
Í allar seinastu sekundunum fekk føroyska liðið horna, sum var sent væl inn fyri. Inn í øllum trunkanum fekk Birita Bergsdóttir Nielsen fótin á bóltin, og so var 1-1. Dómarin góðkendi málið, og so bleiv floytað av.
Føroyska liðið byrjaði soleiðis: Monika Biskopstø, Lív F. Arge, Rakul V. Magnussen, Heidi Sevdal, Sarita Maria Mittfoss, Olga Kristina Hansen (liðskipari), Katrina Akursmørk, Julia Naomi Mortensen, Ása á Reynatúgvu, Rebekka F. Benbakoura og Nadja Dam Johannesen.
Í seinna hálvleiki komu Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein, Birna T. Mikkelsen, Jacoba Langgaard, Birita Bergsdóttir Nielsen, Sara Samson Lamhauge og Margunn Lindholm á vøllin.
Í komandi EM-undankappng eru Føroyar í bólki saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Noruðurírlandi. Fyrsti dystur er tann 29. august, á heimavølli móti Wales.
Tær fyrstu 11, ið byrjaðu á vøllinum í seinna venjingardystinum móti Litava – Mynd: Andrass Thomsen