Set kross í álmanakkan 10. juni 2019, sum er 2. Hvítusunnudagur, tí tá fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri stórari familju-fótbóltskapping. Føroya besta fótbólts-familja skal finnast
Mánadagin 10. juni 2019, sum eisini er 2. hvítusunnudagur, klokkan 19:45, spæla Føroyar og Noreg EM-undankappingardyst á Tórsvølli.
Men hendan dagin skipar Fótbóltssamband Føroya fyri stórari familju-fótbóltskapping. Talan er um kapping, har mammur, pápar og børn koma at kappast ímóti hvørjum, fyri síðani finna bestu “fótbólts-familjuna” í Føroyum.
– Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at familjan skal brúka tíð saman og røra seg, samstundis sum tað sjálvandi eisini skal vera stuttligt at kappast móti øðrum familjum, og harvið knýta vinarbond, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots-samskipai hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Hóast tað týdningarmiklasta við tiltakinum er, at øll hava ein góðan dag, so verður eisini kappast um eina familjuferð til Danmarkar frá Smyril Line.
– Tiltakið er vónandi við til at fáa fleiri børn og ung at spæla fótbólt, og harvið leggja snildfonina frá sær, sigur Christian Ravnsfjall við heimasíðuna hjá FSF.
Í næstum kemur nærri kunning um, hvussu kappingin verður skipað, og hvussu familjur kunnu tekna seg til stóru familju-fótbóltskappingina.