Sonni Ragnar Nattestad hevur givið avboð til landsdystirnar móti Malta og Rumenia. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Bartali Wardum úr HB

Miðverjin á føroyska A-landsliðnum, Sonni Ragnar Nattestad, sum nú hevur sína dagligu gongd í danska 1. deildarfelagnum, FC Fredericia, hevur givið avboð til EM-undankappingardystirnar móti Malta og Rumenia.

 

Hávaksni miðvingurin hevur ein skaða at dragast við, og tað verður ikki mett, at hann verður nóg birgur at spæla komandi landsdystir, sum verða 23. og 26. mars.

 

Í staðin hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, sent boð eftir Bartali Wardum úr HB. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at Bartal verður partur av A-landsliðnum, eftir at hann í nøkur ár hevur mannað miðverjuna á U21-landsliðnum.

 

23. mars spæla Malta og Føroyar á Ta’ Qali Stadion í Malta, og 26. mars hittast Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radolesco Stadion í Cluj í Rumenia.