Fýra spælarar hjá sandoyingum eru koyrdir í sóttarhald, og tí er dysturin millum B71 og AB, sum skuldi vera leygardagin 30. oktober, útsettur til sunnudagin 7. november

——————

Stórur spenningur er undan dystinum millum B71 og AB í 1. deild hjá monnum. Nú eitt umfar er eftir at spæla er støðan nevniliga tann, at vinnarin – argjamenn klára seg eisini við javnleiki – fylgir Skála upp í Betri Deildina komandi ár.

Og sambært leikskránni, skuldi avgerandi uppflytingardysturin vera Inni í Dal á Sandi leygardagin 30. oktober. Men tað verður av ongum. Orsøkin er korona í hópinum hjá sandoyingum.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at liðini í staðin hittast sunnudagin 7. november.

Greinin er dagførd fríggjadagin 29. oktober klokkan 21:00