Farna fríggjadag byrjaði nýtt B4-venjaraskeið hjá FSF. 21 venjarar eru á skeiðnum hesaferð – 12 mannfólk og níggju kvinnur

——————

– Hetta er hugaligt, tí tað er nakað síðani, at vit hava havt so nógvar luttakarar á B4-venjaraskeiðnum, og tað er eisini deiligt at síggja, at so nógvar kvinnur eru við. Hetta er í stóran mun eitt úrslit av væleydnaða átakinum “Venjaraleiðin”, sum var á skránni í fjør, sigur tekniski stjórin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Endamálið við B4-venjaraskeiðnum er at geva venjarunum víðari kunnleika um ungdóms- og vaksinvenijngar, umframt at geva teimum førleikar at standa á odda fyri ungdóms- og vaksnamannaliðum.

Luttakararnir á B4-skeiðnum fáa innlit í liðbygging, venjingarætlanir og menningarætlanir, har arbeitt verður miðvíst eftir einari lagdari ætlan. Eisini fáa tey kunnleika um taktiska, kropsliga og mentala venjing.

B4-venjaraskeiðið, ið tilsamans telur 60 tímar, endar við próvtøku í juni mánað, og um próvtøkan eydnast, fær viðkomandi UEFA B-venjaraprógv.

– Hetta fyrsta modulið eydnaðist stak væl. Luttakararnir vóru nærlagdir og arbeiddu seriøst, og tá er tað gevandi at vera partur av hesum. Eisini eru nýggju undirvísingarhølini og umstøðurnar á Tórsvølli sum heild vorðnar sera góðar, so samanumtikið eru vit komin væl frá byrjan, sigur Pætur Clementsen.

Myndir: Hans Erik Danielsen