Av sjey møguligum fór B36 avstað við fýra steypasigrum um vikuskiftið, meðan HB, KÍ og EBS/Skála vunnu hvør sítt steyp

Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá Fótbóltssambandi Føroya endaði við einum rættuliga brakið leygarkvøldið, tá B36 vann samanlagt 7-6 á HB, eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. Árstalsfelagið í Havn gjørdist eisini stóri vinnarin av steypakappingunum 2018.

 

B36 vann Mótasteypið (Gentur U18), Eilif Arge steypið (Gentur U15), Blaðberasteypið (Dreingir U17) og Løgmanssteypið. HB vann Thomas Dam Intersport steypið (U21), KÍ vann Cadbury steypið, meðan EBS/Skála aftur í ár vann steypafinaluna hjá kvinnum.

 

Úrslit

B36 – HB 6-1 (Gentur U18)

EB/Streymur – HB 7-8* (U21)

B36 – KÍ 1-3 (Dreingir U15)

B36 – KÍ 5-0 (Gentur U15)

B36 – KÍ 4-2** (Dreingir U17)

EBS/Skála – HB 2-1 (kvinnur)

B36 – HB 7-6* (Løgmanssteypið)

 

* Eftir longda leiktíð og brotssparkskapping

** Eftir longda leiktíð