Í november 2023 og januar 2024 skipar FSF fyri B3 venjaraskeiði. Fyrri parturin verður frá 24. til 26. november, meðan seinni parturin av skeiðnum verður frá 12. til 14. januar 2024
——————
Um nóg stór undirtøka verður, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B3 venjaraskeiði í næstum. Skeiðið verða skipað yvir tvey vikuskifti, sum vera í november í ár, og í januar komandi ár.
Fyrra vikuskifti verður í Havn frá 24. til 26. november, meðan seinna vikuskiftið verður á Svangaskarði á Toftum í døgunum 12. til 14. januar 2024.
Endamálið við B3 venjaraskeiðnum er at geva venjarum kunnleika um ungdóms- og vaksinvenjing, umframt at geva venjarum førleikar at standa á odda fyri ungdóms- og vaksnamannaliðum.
Luttakararnir fáa eisini innlit í spælskipanir, rák innan fótbólt, greining av spælinum og leiðslu í samband við dystir. Dentur verður lagdur á frálæru og praktikk í tekniskum, kropsligum og taktiskum venjingum.
Kostnaðurin fyri at taka lut á B3 skeiðnum er 4.000 krónur. Tá er frálærutilfar og kostur íroknaður. Tó skal viðmerkjast, at kvinnur rinda einki luttøkugjald.
Nærri kunning um B3 venjaraskeiðið sæst í Nethandilinum, har tilmeldingin eisini fer fram.