Vikuskiftini 4. til 6. februar, og 18. og 19. februar skipar FSF fyri B2-venjaraskeiði. Skeiðið gevur luttakarunum kunnleika og førleikar at standa fyri venjingum hjá børnum og ungum
——————
Fríggjadagin 4., leygardagin 5. og sunnudagin 6. februar, og aftur fríggjadagin 18. og leygardagin 19. februar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B2-venjaraskeiði. Fyrri parturin av skeiðnum verður á Svangaskarði á Toftum, meðan seinni parturin verður á Tórsvølli.
Endamálið við B2-venjaraskeiðnum er at geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum kunnleika um barna- og ungdómsvenjing, og førleikar at standa fyri venjingum.
Skeiðið varðar í tilsamans 40 tímar, og harav eru 10 tímar til málmansvenjing (M1). Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.
Kostnaðurin fyri B2-venjaraskeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 3.000 krónur. Luttakararnir skulu vera 18 ár ella eldri, og hava tikið B1 framman undan.
Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 24. januar.