Í døgunum 24. og 25. januar 2020 skipar FSF fyri B1-venjaraskeiði í Havn. Endamálið við skeiðnum er at geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barna- og ungdómsvenjing

Fríggjadagin og leygardagin, 24. og 25. januar 2020 skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B1-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn.

 

Endamálið við skeiðnum er at geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barna- og ungdómsvenjing.

 

Kostnaðurin fer at luttaka á B1-venjaraskeiðnum er 1.000 krónur. Kvinnur rinda tó ikki luttøkugjald.

 

Nærri kunning um skeiðið og tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 17. januar 2020.