Endamálið við skeiðnum er at geva venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barna- og ungdómsvenjing
——————
Fríggjadagin 21. og leygardagin 22. januar verður skipað fyri B1-venjaraskeiði í Havn. Áhugaði kunnu sjálvi melda til, ella venda sær til egið felag, sum síðan avgreiðir tilmeldingina, ið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 17. januar.
Luttakararnir á B1-venjaraskeiðnum fáa vitan um, hvussu børn mennast, og hvussu hetta kann síggjast aftur í fótbóltsvenjing. Leikluturin hjá venjaranum verður eyðmerktur, og luttakararnir fáa eisini innlit í, hvussu venjarin kann standa fyri venjingum, og hvussu venjingar kunnu skipast í samstarvi við aldur og førleikar hjá spælarunum.
Luttakararnir á B1 fáa harafturat førleikar at skipa barna- og ungdómsvenjingar, og læra at standa við venjaraábyrgd.
B1-venjaraskeiðið er 15 tímar tilsamans, og er sett saman av trimum modulum – Leikarin, Venjarin og Venjingin. Hvørt modul er 5 tímar.
– Leikarin: Menningarstig og aldursrelaterað venjing
– Venjarin: Leikluturin hjá venjaranum í fyriskipan og venjing
– Venjing: Grundleggjandi tættir í venjing av børnum og ungum
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.
Tey, sum hava tikið B1-venjaraskeið og eru 18 ár ella eldri, hava rætt til at søkja um luttøku á B2-venjaraskeiðnum, umframt á skeiðnum “Venjaraleiðin”, ið er fyri kvinnur.
Kostnaðurin fyri at taka lut á B1-venjaraskeiðnum, íroknað frálærutilfar og kost, er 1.000 krónur. Kvinnur rinda tó ikki luttøkugjald.
Luttakararnir á B1 skulu vera 15 ár ella eldri.
Skráin fyri venjaraskeið, sum FSF skipar fyri í 2022, sæst H E R