Vallarljósini á Tórsvølli verða nú dagførd og endurnýggjað. Hetta varð staðfest á lítlari móttøku mánadagin, tá Tórshavnar kommuna og FSF skrivaðu avtalu við Musco Lighting og LM Electric um nýggja ljósskipan kring vøllin
——————
Musco Lighting, sum er veitari av ljósunum, er leiðandi innan økið við ljósviðurskiftum á ítróttarvøllum. Nýggju ljósini lúka tí allar treytir til altjóða dystir hjá evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA.
– Tórsvøllur er okkara atgongd til altjóða fótbólt, og tí kemur hendan íløgan øllum føroyskum fótbólti tilgóðar. Við nýggju ljósunum tryggja vit okkara landsliðum og teimum føroysku feløgunum, ið luttaka í UEFA kappingum, bestu umstøður at spæla undir komandi árini.
– Samstarvið, sum FSF hevur við Tórshavnar kommunu, er fyrimyndarligt, og vit eru ómetaliga fegin um, at tað nú verður møguligt at dagføra ljósini á Tórsvølli, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya
Umframt at tryggja bestu ljósumstøður hjá teimum íðkandi og áskoðarum á Tórsvølli, kemur nýggja ljósskipanin eisini at hava eina jaliga ávirkan á umhvørvið.
– Fyri Tórshavnar kommunu hevur tað verið eitt greitt ynski, at nýggju ljósini skulu verða so umhvørvisvinarlig sum møguligt. Talan er um framkomna LED tøkni, sum megnar at stýra ljósunum, so at hesi einans lýsa á sjálvan vøllin, og tí ikki koma at vera til ampa fyri grannar og náttúru.
– Orkunýtslan við nýggju LED ljósunum er somuleiðis munandi minni samanborið við verandi ljós. Vit fegnast tí, saman við FSF, um nýggju ljósini og gleða okkum at síggja tey í nýtslu til landsdystirnar í summar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Samlaði karmurin fyri alla verkætlanina er 11 milliónir krónur, har Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya javnt deila kostnaðin.
Fyrsti dysturin við nýggju ljósunum verður leygardagin 17. juni, tá føroyska manslandsliðið tekur ímóti Kekkia í EM-undankappingardysti.