Føroyska landsliðið leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til dystin ímóti Spania, sum sunnukvøldið verður á Estadio El Molinón í Gijon. Undir seinastu venjingini fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Jakobsen

– Spanska landsliðið er heilt fantastiska gott, og tað verða nokk teir, ið koma at vera spælstýrandi ímóti okkum sunnukvøldið. So vit skulu fyrst og fremst syrgja fyri, at avrikið verður í lagi, sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.

 

Tað er í morgin, sunnudagin klokkan 20:45 lokala tíð (klokkan 19:45 føroyska tíð). at Spania og Føroyar fara á vøllin á Estadio El Molinón í Gijon í norðurspania. Í 1997 spældu Føroyar eisini undankappingardyst á sama stadion, og tá bleiv úrslitið 3-1 til heimamenninar. Føroyska málið skoraði Jens Kristian Hansen.

 

Í løtuni eru spaniólar fremst í okkara bólki við fullum stigatali, og teirra mál er at røkka 30 stigum, tá undankappingin er liðug. Hóskvøldið vann Spania 2-1 á útivølli móti Rumenia.