Hóast EM endaspælið fyri U17 gentur í ár varð avlýst, so er nógv gott komið burturúr


Í dag skuldu tvey U17 landslið við gentum eftir røttum spælt EM finalu á Tórsvølli. Tað skuldi vera hæddarpunktið á einari søguligari EM veitslu í Føroyum, har sjey tey bestu ungu landsliðini í Evropa og okkara egnu U17 gentur skuldu kappast um EM heitið. Nógv var gjørt burturúr og fyrireikað til kappingina, men tíverri vildi farsóttin tað øðrvísi, og endaspælið í Føroyum bleiv av ongum á hesum sinni.

Men hóast tað ikki bar til at avgreiða sjálvt endaspælið, so hevur føroyskur fótbóltur fingið nakað gott burturúr tí, sum vera skuldi. Ítróttarliga hava mongu venjingartímarnir hjá U17 landsliðnum við gentum gjørt stóran og góðan mun. Genturnar hava tikið seg sera nógv fram, tær hava vant nógv og hart í langa tíð, og harumframt hava tær fingið eitt avbera gott samanhald á liðnum. Hóast avlýsingin var teimum eitt stórt vónbrot, so er tað stuttligt at síggja nógvar av teimum veruliga gera vart við seg í bestu deildini hetta kappingarárið. 

Greinin heldur fram undir myndini

U17 landsliðið vandi sera nógv og tók seg eisini nógv fram í 2020 – Mynd: Bjarni Enghamar

Uttanfyri vøllin eru góð ting eisini komin burturúr. Í samstarvi við UEFA og deildina hjá fótbóltssamgonguni fyri ungdómskappingar, hevur FSF skipað fyri trimum átøkum til frama fyri langtíðarmenning av kvinnusíðuni í Føroyum. Talan er um Venjaraleiðina, Dómaraleiðina og Slóðarar, sum er eitt netverk fyri kvinnur í føroyskari fótbóltsleiðslu, og tilsamans eru hesar tríggjar verkætlanirnar ein roynd at økja um talið á kvinnum í fótbólti her heima, tí allir hesir leiklutir hava stóran týdning fyri framhaldandi menning av fótbólti yvirhøvur.

Maibritt Olsen, ein av luttakarunum á Venjaraleiðini – Mynd: Bjarni Enghamar

Undirtøkan fyri øllum trimum átøkum hevur verið sera góð. Á Venjaraleiðini luttaka 19 kvinnur, sum frammanundan høvdu tikið B1, og støðið á skeiðnum hevur higartil verið høgt. Venjaraleiðin fevnir um B2 og B3 skeiðini, og harumframt stendur luttakarunum í boði at fara víðari á B4 eftirfylgjandi.

Á sama hátt hevur undirtøkan fyri Slóðarum verið einastandandi góð. 24 kvinnur umboðandi 13 feløg taka lut, og luttakararnir lata sera væl at átakinum, sum hevur givið teimum høvið at hittast í einum felagsskapi rundanum fótbóltin, har tær ikki eru kappingarneytar, men harafturímóti allar eru í sama parti.

Á Dómaraleiðini eru 19 luttakarar úr fimm ymiskum feløgum – Mynd: Bjarni Enghamar

Á Dómaraleiðini er luttakaratalið eisini høgt, men har umboðar størsti parturin av teimum 19 luttakarunum trý feløg, nevniliga AB, MB og B71. Eisini her hava luttakararnir staðið seg væl, og eftir lokið skeið fara tær nú at døma ungdómsdystir í egnum felag, har Dómaraleiðin letur samsýning og mentorstuðul. Vónin og ætlanin við hesum er at geva nýklaktu dómarunum eina góða byrjan og dystarvenjing, áðrenn tær vónandi kunnu gerast partur av dómaratoyminum, sum FSF ásetir til dystir í bestu vaksnamannadeildunum.