Øll málini, ið vórðu skoraði í teimum trimum dystunum í 10. umfari í fremstu deildini hjá kvinnum, kunnu nú síggjast í FSF Varpinum

——————

Klaksvíkskvinnur halda fram við at vinna, og hesaferð varð felagsliðið av Skála og úr sundalagnum sent av vøllinum við ongum.

Eisini NSÍ og HB vunnu sínar dystir í 10. umfari í Betri Deildini hjá kvinnum. Á Tórsvølli vann NSÍ 1-0 á B36, og í Gøtu vann HB 2-1 á ÍVB.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll átta málini, sum farna sunnudag blivu skoraði í fremstu deildini hjá kvinnum.