Nú er greitt, hvørji lið hava spælt seg í steypafinalurnar í yngru deildunum. Tilsamans átta feløg eru umboðað í teimum seks finalunum, sum allar verða á Tórsvølli

——————

Seinastu hálvfinalurnar í steypakappingunum í yngru deildunum vórðu spældar í gjár, mikudagin, tá FC Hoyvík og Skála tryggjaðu sær plássið í finaluni um Eilif Arge steypið, sum er steypakappingin fyri Gentur U16.

Á Hoyvíksvøllinum vann FC Hoyvík 2-1 á Víkingi. Brá Zachariasardóttir skoraði bæði málini hjá heimaliðnum, meðan Naomi Petersen gjørdi málið hjá Víkingi.

Á Skála gjørdist talan eisini um ein tepran sigur til heimaliðið. Skálagenturnar vunnu 1-0 á B36 við máli sum Alda Petersen skoraði.

Sunnudagin vóru hálvfinalurnar í steypakappingunum hjá U13 gentum og U13 dreingjum. Og har háttaði tað seg soleiðis, at hjá gentunum verður finalan millum KÍ og Skála, og hja dreingjunum verður finalan millum Víking og B36.

Í steypakappingini hjá kvinnum vera fyrru hálvfinalurnar spældar í kvøld (hósdag) klokkan 19:00. Í Klaksvík hittast KÍ og NSÍ, og undir Mýruhjalla á Skála tekur EBS/Skála móti HB. Seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnum verða leygardagin 1. oktober.

Í kappingini um Løgmanssteypið er framvegis púra opið, hvør kemur í finaluna, eftir at fyrru hálvfinalurnar, sum vóru millum Víking og HB, og 07 Vestur og KÍ, báðar endaðu við javnleiki 2-2. Seinnu hálvfinalurnar hjá monnum eru á skránni mikudagin 5. oktober.

Skráin / Steypafinalur 2022

Fríggjadagin 30. september
Kl. 17:30 Víkingur – B36 (U13 Dreingir)
Kl. 19:30 HB – EB/Streymur (U21)

Leygardagin 1. oktober
Kl. 13:00 Víkingur – HB (U15 Dreingir)
Kl. 16:00 B36 – 07 Vestur (U17 Dreingir)

Mikudagin 19. oktober
Kl. 18:00 KÍ – Skála (U13 Gentur)

Fríggjadagin 21. oktober
Kl. 18:00 Skála – FC Hoyvík (U16 Gentur)

Leygardagin 29. oktober
Kl. 15:00 EBS/Skála / HB – KÍ / NSÍ (Steypakappingin kvinnur)
Kl. 19:00 07 Vestur / KÍ – Víkingur / HB (Løgmanssteypið)

Allar steypafinalurnar verða spældar á Tórsvølli.