Nú ber til at atkvøða um Ársins mál 2019 í Betri Deildini hjá monnum. Átta mál eru tilnevnd, og fram til ársenda ber til at atkvøða á heimasíðuni hjá FSF
Tilsamans 423 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Og nú er tíðin komin, at Ársins Mál 2019, skorað í Betri Deildini hjá monnum, skal kjósast.
Átta mál eru tilnevnd, og nú er so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør gjørdi besta málið.
Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her: Atkvøðugreiðslan er endað!
Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ”Serfrøðingunum”, tað eru umboð fyri fjølmiðlarnar og landsliðsvenjarar, telja hini 50 prosentini.
Vinnarin verður kunngjørdur við ársenda.