Nú ber til at atkvøðu um Ársins mál 2018 í Betri Deildini hjá monnum. Fimm mál eru tilnevnd, og fram til fyrst í komandi ári, kann atkvøðast á heimasíðuna hjá FSF
Tilsamans 387 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Og nú er tíðin komin, at Ársins Mál 2018, skorað í Betri Deildini hjá monnum, skal kjósast.
Fimm mál eru tilnevnd, og nú er so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør gjørdi besta málið.
Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her: Atkvøðugreiðsla / Ársins mál 2018 (atkvøðugreiðslan er endað)
Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ”Tipparunum”, Jákupi Ósá, Leivi Frederiksen og Trónda Arge telja hini 50 prosent.
Vinnarin verður kunngjørdur fyrst í komandi ári.
Tilnevndu málini kunnu eisini síggjast niðanfyri.