Nú ber til hjá føroyskum áskoðarum at keypa atgongumerki til EM-undankappingardystirnar á útivølli móti Malta og Rumenia, sum verða 23. og 26. mars

Leygardagin 23. mars fer føroyska A-landsliðið við monnum undir enn eina EM-undankapping. Fyrstu dystirnir verða á útivølli móti Malta og Rumenia ávikavist 23. og 26. mars, og nú ber til hjá føroyskum áskoðarum at keypa atgongumerki til hesar dystir.

 

Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Malta og Føroyar spæla á Ta’ Qali Stadion á Malta leygardagin 23. mars klokkan 17:00 (fø. tíð), meðan landsdysturin millum Rumenia og Føroyar verður á Dr. Constantin Radulescu Stadion í Cluj, týsdagin 26. mars klokkan 19:45 (fø. tíð).

 

Fyrsti heimadysturin í komandi EM-undankapping verður tann 7. juni, tá spaniólar koma á vitjan á Tórsvølli. Tríggjar dagar seinni vitjar Noreg. Atgongumerkjasølan til heimadystirnar byrjar eftir ætlan umleið tríggjar mánaðar áðrenn dystirnir eru á skránni.