Atgongumerkjasølan til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia og Malta byrjar mánadagin 16. september klokkan 10:00 á FSF.fo

Leygardagin 12. oktober spæla Føroyar og Rumenia EM-undankappingardyst á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 15. oktober fáa vit vitjan av Malta.

 

Og nú ber til hjá føroyskum áskoðarum at keypa atgongumerki til nevndu dystir. Atgongumerkjasølan, ið fer fram í Nethandilinum á heimasiðuni hjá FSF, byrjar mánadagin 16. september klokkan 10:00.

 

Meðan Tórsvøllur er undir um- og útbygging, er pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum kring vøllin.