Fyrstu atgongumerkini til dystirnar í komandi EM-undankapping hjá monnum, verða sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF mánadagin 10. desember klokkan 10:00. Eitt gott jólagávuhugskot!
Komandi ár skal føroyska A-landsliðið við monnum spæl teir tíggju undankappingardystirnar til EM 2020. Fimm á heimavølli og fimm á útivølli. Mótstøðulondini verða Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta.
Sølan av atgongumerkjum til komandi dystir fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, og mánadagin 10. desember klokkan 10:00 verða fyrstu atgongumerkini sett til sølu.
Í fyrstu atløgu verður ”Landsliðspakkin” at fáa til keyps. ”Landsliðspakkin” gevur atgongd til allar heimadystirnar í undankappingini til EM 2020. Kostnaðurin er 750 krónur og 1.000 krónur, alt eftir hvørji pláss ein velur á Tórsvølli.
“Landsliðspakkin” er uttan iva eitt gott jólagávuhugskot til føroysku landsliðsfjeppararnar 🙂