Talan gjørdist um eina sanna málveitslu í ársins fyrsta dysti hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum mikudagin møtti Luksemborg í fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni í hesum døgum.
Úrslitið gjørdist javnleikur 5-5, eftir at Føroyar vóru á odda 3-2 í hálvleikinum. Heidi Sevdal skoraði tvey mál, meðan Ásla Johannesen, Jensa Tórolvsdóttir og Julia Naomi Mortensen gjørdu hvør sítt.
Aftaná dystin fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Áslu Johannesen.
Seinni venjingardysturin móti Luksemborg verður leygardagin klokkan 17:30.