Ársins spælara tiltakið hjá FM1 og Miðlahúsinum, eisini nevnt Fótbóltsgalla 2019, verður hóskvøldið 7. november klokkan 20.30 á Panorama á Hotel Hafnia. Tiltakið er í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya

Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarári verða heiðraði fyri síni avrik. Hetta tiltakið er ætlað teimum, sum fáast við fótbóltin og eru rundan um feløgini. Fyriskiparnir ynskja við hesum at bjóða spælarum, venjarum, nevndum og hjálparfólkum til eina huganløtu á Panorama, har tað verður bjóðað matur og dekka.

 

Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama

Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast. Í bólkinum ársins ungi spælari er ein broyting. Hjá kvinnunum verður ársins ungi spælari ein spælari, sum hevur U19-aldur.

 

Í ár skal eisini veljast árins landsliðsspælari hjá monnum. Tað verður valt annaðhvørt ár til menn og kvinnur, tí tað passar við undankappingarnar. Í hesum førinum skal veljast ársins landsliðsspælari fyri Nations League og EM-undankappingina.

 

Í nógvar mátar verður fylgt mannagongdunum, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Football aftur fóru hvør til sítt. Í ár verður sjálvt tiltakið, sum eisini er ein sending á FM1, á Parnassinum á Hotel Hafnia.

 

Finnast skal

Ársins spælari

Ársins ungi spælari

Ársins málverji

Ársins verjuspælari

Ársins miðvallari

Ársins áleypari

Ársins landsliðsspælari hjá monnum

Ársins venjari

Ársins dómari

Ársins lið