Gestur í FSF Varpinum hesaferð er HB-legendan, Andrew av Fløtum, sum av álvara gleðir seg til dystin millum KÍ og HB, sum verður í Klaksvík sunnudagin kl. 15:00

Havnar Bóltfelag, HB, stendur á gáttini til sítt 23. meistaraheitið. Og um alt spælir væl av, sæð við HB-brillum, so kunnu teir gerast FM-vinnarar í Klaksvík komandi sunnudag.

 

Í hesum sambandi hevur FSF Varpið fingið vitjan av HB-legenduni, Andrew av Fløtum, sum frá 1996 til 2017 spældi 294 dystir fyri HB, og skoraði ikki færri enn 123 mál. Og sambært Andrew, so vinnur HB sítt 23. meistaraheitið hetta vikuskiftið.