Odmar Færø hevur givið avboð til dystirnar móti Svøríki og Spania. Í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Andreasi Eriksen úr B36

Odmar Færø verður ikki í A-landsliðshópinum, sum komandi mánadag fer undir fyrireikingarnar til EM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Spania. Odmar Færø, ið spælir fyri norska felagið Hamarkameratene, hevur ein lítlan skaða at dragast við, og hevur tí boðað landsliðsvenjarinum frá, at hann ikki er tøkur til næstu dystirnar.

 

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Andreasi Høgnason Eriksen úr B36.

 

Hósdagin 5. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, og sunnudagin 8. september klokkan 20:45 lokala tíð, spæla Spania og Føroyar á Estadio El Molinón í Gijon.

 

Í samband við dystin á Estadio El Molinón millum Spania og Føroyar, ber til hjá føroyskum áskoðarum at flúgva beinleiðis við landsliðnum til Spania. Flogferðaseðil og atgongumerki til dystin fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.