Håkan Ericson hevur úttikið 24 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Litava og Turkalandi. Nýggir í hópinum eru Andrass Johansen úr B36 og Pætur Petersen úr HB

——————

Kappingarárið hevur higartil hilnast væl hjá 20 ára gamla Andrassi Johansen úr B36, so mikið væl, at mánadagin vóru boð eftir unga havnamanninum til A-landsdystirnar móti Litava og Turkalandi.

Eisini Pætur Petersen úr HB hevur verið flúgvandi, og eins og Andrass var hann á listanum, tá Håkan Ericson á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin kunngjørdi hópin til komandi A-landsliðsuppgávur.

Hósdagin 22. september klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í litaviska høvuðsstaðnum, spæla Litava og Føroyar á LFF Stadion í Vilnius, og sunnudagin 25. september, somuleiðis klokkan 19:45 taka Føroyar ímóti Turkalandi á Tórsvølli.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Hørður Askham, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Hallur Hanssson, KR Reykjavík (Ísland)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn

Atgongumerki til UEFA Nations League dystin á heimavølli móti Turkalandi fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuna hjá FSF.

Myndir: Hans Erik Danielsen