Í morgin, mikudagin 5. februar klokkan 11:00 letur goymslusøla upp á Tórsvølli, har møguleiki verður at ogna sær góð og bílig ítróttarklæðir


Fyri at geva pláss fyri nýggju klæðunum, verður ruddað út í klædnagoymsluni hjá FSF.

Í tí sambandi verður skipað fyri goymslusøla í morgin, mikudagin 5. februar klokkan 11:00 har møguleiki verður at ogna sær góð klæðir sera bíliga.

Goymslusølan verður á aðru hædd í FSF húsinum við suðurendan á Tórsvølli.