Klokkan 15:00 sunnudagin verður skipað fyri ”Intercultural football events for kids” á Ovara vølli í Gundadali. Tiltakið er ætlað bønum, í aldurinum 5 til 12 ár, við tilflytarabakgrund
– Í stuttum ræður um at fáa fleiri børn, í aldurin 5 til 12 ár, við tilflytarabakgrund at verða størri partur av tí skipaða fótbóltinum í Føroyum. Tað snýr seg um sameing og at fáa fleiri við, so vit fáa enn fleiri fótbóltsspælarar, sigur Andrass Thomsen, samskipari.
Klokkan trý seinnapartin sunnudagin byrjar forvitnisligt og áhugavert tiltak á Ovara vølli í Gundadali, sum Fóbtóltssamband Føroya skipar fyri. Tiltakið er serliga ætlað børnum í aldurinum 5 til 12 ár, við tilflytarabakgrund.
– Meiningin er at geva teimum ein fótbóltsdag og kunning um, hvussu tey kunnu gerast limir í einum fótbóltsfelag og hvat tað merkir, at vera partur av einum fótbóltsumhvørvi. Vónandi kann hetta síðani hava við sær, at tilflytarar gerast ein enn størri partur av føroysku fótbóltsfamiljuni, sigur Andrass Thomsen.
Tað verður Christina Ravnsfjall, ið millum annað hevur samskipað ”UEFA Grassrootsweek” og onnur tiltøk fyri FSF, sum fer at standa fyri venjingunum í ”Intercultural football events for kids”.