Sum partur av menningini av føroyskum fótbólti og føroysku fótbóltsfeløgunum, skipar FSF á hvørjum ári fyri skeiðum innan fyrisiting. Fyribils eru fýra skeið sett á skránna

——————

Føroyskur fótbóltur og føroysku fótbóltsfeløgini eru alla tíðina í støðugari menning, og tað er tískil av stórum týdningi, at tey, ið manna nevndirnar í ymsu feløgunum kring landið verða skúlaði til uppgávurnar.

Og tað er í hesum sambandi, at Fótbóltssamband Føroya á hvørjum ári skipar fyri skeiðum innan fyrisiting.

Í fyrstu atløgu eru fýra skeið sett á skránna í 2023: Nýggj/ur í nevnd, skeið um sponsorar/stuðlar, kreppusamskifti og “sjálvboðin”.

Skeiðini eru serliga ætlað nevndarlimum og samskiparum, og endamálið er fyrst og fremst at styrkja feløgini fyrisitingarliga.

Nýggj/ur í nevnd
Hósdagin 2. mars klokkan 18:00 til 20:00.

Endamálið við skeiðunum er at geva nýggjum nevndarlimum innlit í, hvussu føroyski fótbóltsheimurin er skipaður og uppbygdur.

Skeiðið, ið er ókeypis, tekur útgangsstøði í leiðsluhondbókini hjá FSF, ið verður útflýggjað luttakarunum. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 27. februar.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/HH2240SdYq

Skeið um sponsorar / stuðlar
Leygardagin 11. mars klokkan 09:00 til 13:00

Á skeiðnum ynskja vit at geva feløgunum íblástur til, hvussu fleiri inntøkur kunnu fáast frá sponsorum og stuðlum. Arbeitt verður millum annað við, hvussu feløgini kunnu bjóða áhugaverdar “stuðulspakkar”, har talan í størri mun verður um eitt samstarv, heldur enn bara vælvild frá stuðlum.

Bjarni Arge, fyrrverandi leiðari á marknaðardeildini hjá Betri, og Simon B. Kristensen, “Partnerchef” hjá Hillerød Fodbold Elite, koma at hava framløgur.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 8. mars, og kostnaðurin fyri at luttaka er 395 kr.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/wfHGqZP4Bb

Kreppusamskifti
16. mai og 6. juni, báðar dagarnar frá klokkan 17:00 til 20:00, verður skipað fyri skeiði um miðling í kreppustøðum.

Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum nøkur amboð til, hvussu feløgini á bestan hátt kunnu handfara samskifti í einari kreppustøðu, bæði innanhýsis og uttanhýsis. Undirvísari verður Páll Holm Johannesen, samskiftisfólk.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 10. mai, og kostnaðurin fyri at luttaka er 395 kr.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/DF4ADTYHYZ

Sjálvboðin
Enn er støða ikki tikin til, nær skeiðið verður hildið, men kunnað verður um hetta skjótast tilber.