“Nýggjur í nevnd”, “Fótbóltsfyrisiting” og “Fótbóltsleiðsla” eru heitini á skeiðunum, ið FSF fer at skipa fyri í næstum
——————
– Endamálið við skeiðunum er at geva nevndarlimum, samskiparum og øðrum, ið hava týðandi leiklutir í fótbóltsfeløgunum kring landið, kunning og frálæru um, hvussu føroyskur fótbóltur er skipaður.
– Vit vilja eisini geva skeiðsluttakarunum innlit í viðkomandi reglugerðir og mannagongdir í sambandi við virksemið í feløgunum. Harafturat ynskja vit at førleikamenna nevndarlimirnir, ið samstundis kann hava við sær, at feløgini verða styrkt fyrisitingarliga.
Soleiðis sigur samskiparin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Andrass Thomsen, við heimasíðuna hjá FSF, í sambandi við tey trý skeiðini innan fyrisiting, sum FSF fer at skipa fyri í hesum árinum.
Skeiðið “Nýggjur í nevnd” er serliga ætlað verandi og nýggjum nevndarlimum, meðan “Fótbóltsfyrisiting” er ætlað samskiparum og øðrum áhugaðum. Skeiðið “Fótbóltsleiðsla” er ætlað øllum starvsnevndarlimum í feløgunum kring landið, og er býtt upp í fýra partar, har tann eini parturin er ein námsferð til Danmarkar.
Nærri kunning um skeiðini og tilmelding sæst HER