Atkvøðugreiðslan í samband við ársins mál 2019 í Betri Deildini hjá monnum er liðug, og nú talt er saman er greitt, at Adrian Justinussen úr HB gjørdi besta málið farna kappingarár

– Málið er altíð at vinna FM. Men gull í kappingini um Løgmanssteypið, og heiðurin at hava skorað ársins mál í landskappingini má sigast at vera góðtikið, serliga tá hugsað verður um, at vit ikki megnaðu at endurvinna meistaraheitið.

Soleiðis sigur Adrian Justinussen við heimasíðuna hjá FSF, beint eftir at hann er kunnaður um, at hann hevur skorað ársins mál 2019, og í stuttum skal seta orð á farna kappingarár.

Seinastu vikurnar hava fótbóltsfjepparar havt møguleikan at atkvøða um, hvat mál var tað besta í 2019, skorað í Betri Deildini hjá monnum. Umleið 2.100 atkvøður vórðu avgreiddar, og harafturat koma atkvøðurnar hjá “serfrøðingabólkinum”, sum er mannaður við umboðan fyri føroysku fjølmiðlarnar og landsliðsvenjarar.

Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá “serfrøðingabólkinum” telja hini 50 prosentini.

Endaliga samanteljingin hevur nú verið, og nú er greitt, at Adrian Rúnason Justinussen úr HB skoraði Ársins Mál 2019 í Betri Deildini hjá monnum. Málið skoraði Adrian í 21. umfari, tá HB var á vitjan í Klaksvík.

Men kappingin var ógvuliga tøtt millum nummar 1, 2 og 3. Adrian Justinussen fekk 20,5 prosent av atkvøðunum, meðan Jóannes Bjartalíð og Dan í Soylu, ið blivu nummar 2 og 3, fingu ávikavist 19,9 og 19,2 prosent av samlaðu atkvøðunum.

Fyri heiðurin fær Adrian Justinusen eina minnisplátu við áskriftini “Ársins Mál 2019 í Betri Deildini”, og eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO.

Adrian Rúnason Justinussen úr HB skoraði ársins mál 2019 í Betri Deildini hjá monnum – Mynd: Hans Erik Danielsen