Leygardagin 17. februar 2024, klokkan 13:00, verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn

——————

Hetta er samstundis aðalfundur nummar 46, síðan felagsskapurin varð settur á stovn tann 13. januar í 1979. Sostatt fyllir Fótbóltssamband Føroya 45 ár komandi ár.

Fundurin verður sambært lógum felagsins.

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi 30 dagar fyri aðalfundin.

FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA
Desember 2023