Teir 12 luttakararnir á A-venjaraskeiðnum leggja nú seinastu hond á útbúgvingina, sum í oktober endar við próvtøkum

——————

– Hetta hevur verið eitt mennandi skeið, við nógvum avbjóðingum og spennandi uppgávum. Men tað hevur gingið væl, og tað er hugaligt at vera komin her til, at nú er mestsum bara próvtøkan eftir, sigur Fróði Benjaminsen, ið er ein av teimum 12 luttakarunum, sum í løtuni er undir A-venjaraútbúgving.

A-venjaraútbúgvingin hjá Fótbóltssambandi Føroya tekur umleið hálvt annað ár, og farna mánadag og týsdag var síðsta modul á hesum skeiðnum á skránni. Umframt at venja á heilum vølli, høvdu luttakararnir eisini eygleiðarauppgávur.

Harafturat høvdu Margit og Tórmóður Stórá eina áhugaverda framløgu um leiðslu, og Páll Holm Johannesen tosaði um “venjaran og fjølmiðlar”.

Til venjingarnar, sum vóru á Ovara vølli í Gundadali og á Tórsvølli, luttóku á leið 80 U17- og U19-spælarar. So talan var um eitt stórt tiltak, ið vardi í tveir góðar dagar, við nógvum venjingum og fakligum fótbóltspráti.

Nú mangla tey flestu bara próvtøkuuppgávuna, umframt onkra vitjan av vegleiðaranum. Væntandi verður farið undir próvtøkurnar í oktober.

Myndir: www.FSF.fo / Pætur Smith Clementsen