Seinni í hesum mánaðinum verður hol sett á undankappingina til EM 2020. Føroyar byrja á útivølli móti Malta og Rumenia. Komandi mánadag fer Lars Olsen at kunngerða hópin til hesar báðar dystir

Mánadagin 11. mars klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum. Á tíðindafundinum fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngerða hópin til EM-undankappingardystirnar móti Malta og Rumenia.

 

Í alt verða 20 spælarar úttiknir til fyrstu dystirnar í komandi kapping.

 

Leygardagin 23. mars møtast Malta og Føroyar á Ta’ Qali Stadion á Malta, og týsdagin 26. mars spæla Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radulescu Stadion í Cluj.

 

Atgongumerki til nevndu dystir kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

Hini londini í bólkinum eru Spania, Noreg og Svøríki. Fyrsti dystur á heimavølli hjá føroyska liðnum verður fríggjadagin 7. juni, tá spaniólar koma á vitjan á Tórsvølli.