Pætur Clementsen, venjari, hevur úttikið føroyska A-landsliðshópin við kvinnum, sum frá 31. juli til 8. august skal taka lut í Baltic Cup í Lettlandi
Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Clementsen, hevur saman við hjálparvenjarunum, Jan Mølvad Laursen og John Petersen, úttikið føroyska hópin, sum frá 31. juli til 8. august skal luttaka í Baltic Cup 2016, sum verður í Riga í Lettlandi.

Baltic Cup verður spælt á hvørjum ári, og eru tað baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, ið luttaka, umframt eitt gestaland. Í ár er tað so føroyska A-landsliðið við kvinnum, ið er boðið við til kappingina.

Liðið hevur fyrireikað seg væl til teir tríggjar dystirnar, ið skulu spælast í Lettlandi, og síðani apríl mánaða hevur Pætur Clementsen havt regluligar venjingar við føroyska hópinum.

Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru:
Jóna Nicolajsen, B36
Birna Tummasardóttir, EBS/Skála
Durita Hummeland, EBS/Skála
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Maria Thomsen, KÍ
Margunn Lindholm, EBS/Skála
Ásla Johannesen, B36
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Súsanna M. Hansen, B36
Jónvá Hentze, HB
Fríðrún Olsen, EBS/Skála
Milja R. Simonsen, HB
Elisabet Vang, B36
Gudný Johannessen, KÍ