John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 20 spælarar til venjingardystirnar móti Litava, sum verða í apríl mánað

Sum fyrireiking til EM-undankappingina hjá kvinnum, sum byrjar í heyst, fer føroyska A-landsliðið til Litava fyrst í komandi mánað, har tveir venjingardystir eru á skránni.

 

Fyrri dysturin verður spældur tann 7. apríl, meðan tann seinni verður 9. apríl.

 

John Petersen er venjari hjá kvinnum, og hann hevur úttikið 20 spælarar til venjingardystirnar móti litavum.

 

Hópurin

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DAN)

Birita Bergsdóttir Nielsen, ÍF/Víkingur/B68

Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála

Lív F. Arge, Sundby (DAN)

Rakul V. Magnussen, EBS/Skála

Heidi Sevdal, HB

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DAN)

Eyðvør Klakstein, KÍ

Rannvá B. Andreasen, KÍ

Olga Kristina Hansen, KÍ

Margunn Lindholm, Sundby (DAN)

Jóna Nicolajsen, B36

Katrina Akursmørk, KÍ

Julia Naomi Mortensen, HB

Ása á Reynatúgvu, HB

Rebekka Fjallsá Benbakoura, HB

Sara Samson Lamhauge, HB

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Nadja Dam Johannesen, HB

Rebekka E. Danielsen, Hinna FK (NOR)

 

Í EM-undankappingini eru Føroyar í bólki C, saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi. Føroyska liðið leggur fyri á heimavølli 29. august, tá Wales kemur á vitjan.