Myndir: Tað sær út til at Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, hevur allar 22 mans tøkar til EM-undankappingardystin móti Spania

Í hesi løtu leggur føroyska A-landsliðið við monnum seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Spania, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 7. juni klokkan 19:45.

 

Hópurin kom saman seinnapartin mánadagin, og síðani hava fýra venjingar verið á skránni. Og tað sær út til, at landsliðsvenjarin kann byrjar við sterkastu uppstilling. Onkrir smásnuddir hava verið, men við nærlagni frá fysioterapeutunum og landsliðslæknanum, verða allir mans klárir til dystin móti spaniólum.

 

Hósdagin klokkan 10:00, dagin fyri dyst, verður skipað fyri tíðindafundi í B36-húsinum, sum verður brúkt meðan útbyggingin av Tórsvølli fer fram, og aftaná er seinasta venjingin.

 

Stórur áhugi er fyri dystinum millum Føroyar og Spania, og tað sama er galdandi fyri dystin móti Norra, sum verður mánadagin 10. juni (2. hvítusunnudagur). Øll atgongumerkini eru seld, og spanskir og norskir fjølmiðlar verða væl mannaðir á Tórsvølli.

 

Millum annað vera fimm spanskar útvarpsrásir umboðaðar Tórsvølli til dystin millum Føroyar og Spania, umframt aðrir skrivandi miðlar.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Hans Erik Danielsen