Rebekka Eschen Danielsen hevur givið avboð til EM-undankappingardystirnar móti Wales og Hvítarusslandi. Í staðin hevur John Petersen úttikið Duritu Hummeland úr KÍ

Seinni í hesum mánaðinum skal føroyska A-landsliðið við kvinnum í eldin aftur, tá fyrst Wales, og síðani Hvítarussland eru á skránni. Talan er um fyrstu dystirnar í undankappingini til EM 2021. Dysturin móti Wales verður á Tórsvølli hósdagin 29. august klokkan 17:00, og týsdagin 3. september spæla okkara kvinnur á útivølli móti Hvítarusslandi.

 

Fyri viku síðani úttók John Petersen, landsliðsvenjari, hópin til komandi dystir, og millum teirra, ið tá fingu landsliðsboð, var Rebekka Eschen Danielsen. Men Rebekka flutti fyri stuttari tíð síðani til USA at ganga í skúla, og hevur tí boðað landsliðsvenjarinum frá, at hon ikki er tøk til dystirnar móti Wales og Hvítarusslandi.

 

Í staðin hevur John Petersen sent boð eftir Duritu Hummeland úr KÍ. Durita, ið hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í EB/Streymi, er ikki heilt ókend í landsliðshøpi, og er millum annað skrásett fyri fimm A-landsdystir fyri Føroyar.

 

Hópurin

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68

Annika R. Christiansen, ÍF/Víkingur/B68

Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)

Durita Hummeland, KÍ

Rakul V. Magnussen, EBS/Skála

Katrina Akursmørk, KÍ

Eyðvør Klakstein, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

Olga Kristina Hansen, B36

Ansy S. Jakobsen, EBS/Skála

Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)

Sara S. Lamhauge, HB

Julia Naomi Mortensen, HB

Jónvá Hentze, HB

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Heidi Sevdal, HB

Sarita Maria Mittfoss, B36

Rebekka F. Benbakoura, HB