Fríggjadagin klokkan 11 verður lutakast um, hvussu spælast skal í røkkstøkkdystunum í UEFA Nations League í mars. Mótstøðuliðið hjá Føroyum verður annaðhvørt Norðurmakedónia, Georgia, Ísrael ella Rumenia.
——————
– Røkkstøkkdystirnir í mars eru ein stórur møguleiki og ein góð styrkiroynd hjá okkum. Vit hava ongantíð áður spælt slíkar dystir, og bara dystirnir í sær sjálvum vera ein krevjandi og hugalig avbjóðing, sum bæði kann menna okkum og geva okkum avbjóðingar á hægri stigi.
Tað sigur Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, eftir 1-0 sigurin á Moldova farna mánadag. Sigurin hevði við sær, at Føroyar yvirhálaðu moldovar á stigatalvuni og harvið tryggjaðu sær rættin at spæla røkkstøkkdystir um uppflyting til deild B.
Fríggjadagin klokkan 11:00 verður lutakastið, sum avger, hvørjum Føroyar skulu møta. Møguligu mótstøðulondini eru Norðurmakedónia, Georgia, Ísrael og Rumenia, sum øll endaðu aftast í sínum bólkum í deild B í undanfarnu UEFA Nations League kapping.
– Fyrst og fremst eru dystirnir tann stóri møguleikin at vinna uppflyting í hægri deild, og tað er málið hjá okkum.
– Skulu vit flyta uppeftir í Nations League og vinna okkum í eitt endaspæl í framtíðini, eru tað júst lond sum Norðurmakedónia, Rumenia, Ísrael og Georgia, sum vit skulu yvirhála, og tí vera røkkstøkkdystirnir eisini ein styrkiroynd, sum kann geva okkum ábendingar um, hvussu langt vit eru komin á leiðini.
– Eg havi ikki nakað ynskimótstøðulið. Øll londini eru styrkismett væl hægri enn vit, men eg haldi, at vit hava møguleikar ímóti øllum fýra londum, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuni hjá FSF.
Lutakastið til røkkstøkkdystirnar verður í morgin, fríggjadagin 21. novembur klokkan 11:00, og kann síggjast beinleiðis á www.UEFA.com.
Føroyar spæla heima 25., 26. ella 27. mars, og á útivølli 28., 29. ella 30 mars 2027.