Mánadagurin 16. novembur gjørdist ein serligur dagur fyri føroyskan fótbólt. Við 1-0 sigri á Moldova tryggjaði føroyska manslandsliðið sær pláss í røkkstøkkdystunum í mars og hevur fyri fyrstu ferð møguleikan at spæla seg úr deild C upp í deild B í UEFA Nations League
——————
Yvir 4.000 áskoðarar vóru á Tórsvølli og vóru við til at skapa framúr góðar karmar um dystin, tá manslandsliðið mánadagin vann 1-0 á Moldova. At savna so nógv fólk til landsdyst ein mánadag seinnapart í novembur klokkan 15:00 eru vit í Fótbóltssambandi Føroya sera fegin um.
FSF vil takka øllum, sum komu á Tórsvøll og stuðlaðu liðnum. Saman gjørdu spælarar og áskoðarar ein vanligan mánadag í novembur bæði spennandi og søguligan.
Stórur áhugi fyri atgongumerkjum
Atgongdin til dystin var ókeypis, og áhugin var sera stórur. Øll atgongumerkini vórðu bíløgd undan dystinum, og tíverri hevði tað eisini við sær, at vit í eina tíð ikki høvdu fleiri atgongumerki at lata teimum mongu, sum settu seg í samband við okkum.
FSF gjørdi tí nógv burturúr at fáa atgongumerki, sum ikki fóru at verða brúkt, latin inn aftur, soleiðis at onnur kundu fáa møguleikan at koma til dystin. Vit heittu eisini á fólk um at lata atgongumerki, sum tey ikki sjálvi fingu brúkt, víðari til onnur.
Øll, sum høvdu bílagt atgongumerki, fingu kunning um, hvussu óbrúkt atgongumerki kundu latast inn. Fleiri fingu upp til tríggjar teldupostar við áminning um hetta undan dystinum.
Til øll tiltøk kemur fyri, at fólk, sum hava atgongumerki, av ymiskum orsøkum verða forðað í at møta. Hetta er galdandi, um talan er um ein fótbóltsdyst, eina konsert ella eitthvørt annað tiltak. Royndir vísa, at tá atgongumerkini eru ókeypis, er talið av teimum, sum ikki møta, hóast tey hava atgongumerki, størri.
Hetta vóru vit varug við, og tí royndu vit á ymiskan hátt at avmarka talið av óbrúktum atgongumerkjum og fáa tey aftur í umferð.
Vit vóna, at øll, sum ynsktu sær atgongumerki til dystin, at enda fingu møguleikan at koma á Tórsvøll.
Ein søguligur møguleiki bíðar í mars
Nú eru tað røkkstøkkdystirnir, sum standa fyri framman hjá manslandsliðnum.
Lutakastið verður fríggjadagin 20. novembur, og tá fáa vit at vita, hvørjum mótstøðuliði Føroyar skulu møta. Síðani verður heimadysturin í mars settur til sølu, og vit gleða okkum at síggja, hvørjum vit møta, og at bjóða áskoðarum vælkomnum til dyst á Tórsvølli.
Har fær føroyska manslandsliðið fyri fyrstu ferð møguleikan at spæla seg upp í deild B í UEFA Nations League.
Takk fyri stuðulin – og takk fyri ein søguligan dag á Tórsvølli.