Kappingarárið 2026 gjørdist serstakt fyri Sigrun Kallsoy Kristiansen, sum í mong ár var ein av eyðsýndu spælarunum í bestu kvinnudeildini. Hetta var nevniliga árið, har hon gjørdi “comeback” í deildini – nú sum dómari


– Tað hevur verið ein stuttlig og lærurík ferð hetta kappingarárið, og nú gleði eg meg til at byggja upp á og mennast meira í dømingini, sigur Sigrun við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum, tá tikið verður saman um dómaraleiðina í 2026.

Eftir 17 ár og fleiri enn 300 dystir í lands- og steypakappingum, setti Sigrun Kallsoy Kristiansen í 2022 gaggurnar á hyllina. Mong munnu minnast hana sum ein eyðsýndan og sjáldsama støðugan leikara, sum umframt at vinna greipuna við EBS/Skála í 2017, eisini gjørdi vart við seg í landsliðshøpi.

Royndar- og vitanargrundarlagið til fótbóltin og fremstu kvinnudeildina vóru tí sera góð og sterk, tá Sigrun við ársbyrjan luttók á dómaraleiðini fyri kvinnur. Har tók hon skeiðið FSF dómari saman við fleiri øðrum kvinnum, sum eftir lokið skeið vórðu ásettar dystir í G16 deildini. Sambært Sigrun var hetta ein góður vegur inn í dømingina, har samanhaldið millum luttakararnar var ein dragandi lutur. 

– Vit vóru nakrar, sum gjøgnum mong ár hava spælt ímóti hvørjum øðrum sum spælarar og nú knappliga vóru saman í dømingini. Tað var tí skjótt hjá okkum at kenna samanhald í hesari støðuni, sum var nýggj og ókend fyri okkum allar, men sum samstundis gav okkum ein nýggjan máta at vera saman um fótbóltin, greiðir Sigrun frá. 

Luttakarar og undirvísarar avmyndaði eftir lokna próvtøku saman við umboði fyri Dómaranevndina hjá FSF. Frá vinstru: Rói Jacobsen, Sigrid Petersen, Hanna Isaksen Højgaard, Elsbet Klakkstein, Annika Godtfred, Sigrun Kallsoy Kristiansen, Elsa Henrysdóttir av Reyni og Áron Sofus Vest.

Royndirnar og avrikini í gentudeildini vóru somikið góðar, at Sigrun varð sett at døma steypafinaluna hjá G16 við Sigrid Petersen og Honnu Isaksen Højgaard sum hjálpardómarum. Hesu uppgávuni komu tær eisini sera væl frá, og í seinnu kappingarárshálvu varð avgjørt at vísa Sigruni álit í Meistaradeildini hjá kvinnum. 

– Tað var eitt stórt fet at taka inn í vaksnamannafótbóltin, tí trýstið kennist heilt øðrvísi. Vaksnir spælarar gera nógv meira um seg og gera eisini vart við seg upp á heilt aðrar mátar, enn ungdómsspælararnir gera, greiðir Sigrun frá við einum smíli.

Sigrun sum dómari í steypafinaluni hjá G16. Her heilsar hon uppá liðskipararnar hjá HB og KÍ, sum spældu finaluna hendan dagin. Talan var um eina sera spennandi finalu, sum endaði við 3-2 sigri til KÍ

Hóast lopið kendist stórt og ókent, so loftaði hon sær eisini væl í nýggja leiklutinum sum dómari í Meistaradeildini, og við stuðli frá royndum hjálpardómarum og dómaraeygleiðarum, hava dystirnir í Meistaradeildini eisini givið henni virðismikla læring til víðari menning.

Ársins síðsta leikdag tók Sigrun enn eitt fet upp eftir stiganum, tá hon dømdi sín fyrsta dyst í ovara endaspælinum hjá kvinnum, og hugurin til meira er avgjørt til staðar, nú landskappingin er farin í vetrarsteðg.

-Tað kennist gott at vera ein virkin partur av fótbóltinum aftur, og tá eg nú eri farin í holt við hetta, so dámar mær best at gera tað so gott sum eg kann. Tí eri eg eisini svong eftir meira læring, fleiri dystum og fleiri royndum, tí tá verður tað enn stuttligari, bæði hjá mær sjálvari og hjá spælarunum, sum eg sleppi at vera dómari fyri, sigur Sigrun at enda.

Sum kunnugt liggur landskappingin still í løtuni, og tí er longri millum dystirnar á vøllinum. Tó so hava Sigrun og tvær aðrar føroyskar kvinnur eina spennandi altjóða uppgávu fyri framman, tá Føroyar 24.-30. november eru vertir fyri EM undankapping fyri U19 gentur.

Tá verður Annika Breiðaskarð nevniliga fjórði dómari og Sigrid Petersen verður hjálpardómari, meðan Sigrun Kallsoy Kristiansen verður “RLO”, sum í høvuðsheitum merkir vertur fyri útlendsku dómaraumboðini.